Share to: share facebook share twitter share wa share telegram print page

Charles Manson

Charles Manson stóð á odda fyri fleiri morðum í Kalifornia sum kultleiðari í 1969. Hann varð tó ongatíð dømdur fyri at fremja morðini, men fyri at hava luttikið í teimum.

Charles «Charlie» Manson (føddur 12. november 1934 - deyður 19. november 2017 sum Charles Milles Maddox í Cincinnati, Ohio) var ein amerikanskur dømdur hópdrápsmaður, sum við sínum skara í Manson-familjuni gav boð um at drepa m.a. táverandi konu Roman Polanski, Sharon Tate. Manson sat í fongsli frá 1969, eftir tey ræðuligu drápini av konu Roman Polanski og fýra onnur í Los Angeles 9. august 1969, og fyri at hava dripið hjúnini Leno og Rosemary LaBianca sama kvøld. Hann sat í fongsli til hann doyði hin 19. november 2017. Í sekstiárunum skelkaði hann heimin, tá ið hann varð dømdur fyri níggju morð. Sjálvt um Manson ikki drap sjálvur, so var hann dømdur fyri viðvirkan. Ikki fyrr enn í 2027 kundi hann møguleika søkja um royndarleyslating, men doyði tíggju ár áðrenn tað.

Manson sat inn í fongslinum Corcoran í Kalifornia, har hann sat fyri lívstíð. Í 2014 tá hann var farin um tey 80 árini, fekk hann loyvi at skipa sítt egna brúdleyp. Sambært tíðindastovuni AP skuldi hann í 2014 giftast við eini 26 ára gamlari kvinnu, sum tá hevði vitjað hann regluliga í fongslinum í sjey ár. Manson søkti fleiri ferðir um at verða royndarleyslatin, men tað bleiv noktað honum. Hann fekk noktandi svar 12 ferðir. Hann kundi í fyrsta lagi fáa eitt slíkt loyvi í 2027. Tá hevði Manson altso verið 92 ár, um hann hevði livað so leingi. Hann helt uppá, at hann onki hevði at gera við morðini - sjálvt um tað varð hann, sum bað Manson-skaran drepa Sharon Tate og skriva "Grísur" á úthurðina hjá Roman Polanski við blóðinum hjá Tate. Hetta hendi í ár 1969. Skarin hjá Charles Manson í Simi Valley, Kalifornia drap eisini onnur fólk og hevði Charles Manson fingið sín vilja, so hevði hann útruddað alla verðina. Áðrenn hann bleiv dømdur fyri lívstíð, varð hann vinur við tónleikaran Dennis Wilson frá Beach Boys.

Nógvir filmar eru gjørdir um Charles Manson, so sum "The Manson Family" frá 2003 og dokumentarurin "The Six Degrees of Helter Skelter" frá 2009. Mordarin, sum ikki drap nakran sjálvur - men fekk onnur at drepa fyri seg - hevur fasinerað menniskju kring heimin og eitt ótal av samrøðum við Charles Manson liggja eitt nú á m.a. YouTube. Harafturat kann nevnast, at tónleikarar so sum Guns N' Roses, White Zombie og Marilyn Manson (sum er ein blandingur av navninum Marilyn Monroe og Charles Manson) hava framført sangir, sum gjørdir eru av Charles Manson sjálvum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Kembali kehalaman sebelumnya