HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.
Søga
FIFA verður stovnað
Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.
Bretar seta seg uttanfyri
Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.
Fótbóltur er fyri professionellar
Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin.
Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini.
Fyrsta HM endaspælið verður fyrireikað
Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskumfótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við.
Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum.
Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki.
b: eftir brotsspark-kapping (after penalty shoot-out)
Viðmerkingar
↑Tað var ongin almennur dystur í World Cup 1930 um triðjaplássið. USA og Jugoslavia taptu í hálvfinalum. FIFA viðurkennur nú USA sum triðjapláss og Jugoslavia á fjórðaplássi við at hyggja at øllum úrslitunum hjá liðunum í kappingini.[1]
↑Eysturríki tók seg úr kappingini eftir javnleikin, sum eitt úrslit av Anschluss við Týskland: summir eysturríkskir leikarar gjørdist síðan partur av týska hópinum, og so vóru 15 lið eftir í kappingini.
↑Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named wc1950
↑Bara 13 lið spældu við á HM í fótbólti 1950.[2] 16 lið komu við í seeding-bólkin til lutakastið. Men bæði Turkaland og Skotland tóku seg aftur, áðrenn lutakastið. Frakland, ið var sligið út í undankappingini, varð boðið við í staðin, og so vóru 15 lið í kappingini. Eftir lutaksstið tóku bæði Frakland og India seg úr kappingini, so tað tá ið av tornaði bert vóru 13 lið í luttóku í kappingini.