Hellurnar eru ein bygd á eystursíðuni á Eysturoynni. Hellurnar eru partur av Fuglafjarðar kommunu. Sum bygdarnavn er hetta ungt, frá uml. 1850. Staðið hevur helst einaferð í tíðini itið "At Hellum", sum hevur merkt "við hellur fram við strondini", seinri "Á Hellum". Ein bundin formur av navninum, Hellurnar, hevur tikið seg upp einaferð í tíðini, kanska í sambandi við búsetingina, og bundin og óbundin formur síggja út til at hava kappast. Enn hoyrast oyndfirðingar siga ”yvir á Hellur”. Í nútíðarmáli tykist tann bundni formurin at hava verið við yvirlutan, og einmælt ynski er komið frá bygdarfólkinum um at fáa tann formin viðurkendan.
Í 1998 gav Danmarks Metreologisk Institut út eina frágreiðing um føroyska veðurlagið, “the Climate of the Faroe Islands with Climatological Standard Normals, 1961-1990”. Her kunnu vit m.a. lesa, at tað regnar mest í Hvalvík. Í harðari kapping við Hvalvík eru tó Hellurnar, har regnar tað 3.242 mm um árið.