Share to: share facebook share twitter share wa share telegram print page

Kvæði

Harra Pætur & Elinborg.

Kvæði - felagssangur sum verður sungin í samband við føroyskan dans. Eitt kvæði hevur sum oftast nógv vers og eitt niðurlag. Tað fortelur ofta eina søgu um hetjur úr gomlum søgnum. Fyrsti skaldskapur føroyinga varð borin munn av munni, frá ættarliði til ættarlið. Stóri kvæðaskattur føroyinga er fremsta eyðkenni fyri frásøgu og mentan frá farnum tíðum. Kvæðini hava uppruna í eini felagsevropeiskari forntíð, frá mýtum um hetjur og hetjugerðir niðri í Evropa frá fyri ár 1000. Hesin stóri mentanararvur, sum kvæðini eru, hava verið við til at givið føroyingum ta barlast, sum ein tjóð byggir sín málsliga og mentanarliga samleika á. Týdningarmesti kvæðabólkurin er Sjúrðarkvæðini, sum byggja á forngermanska sagnarkringin Niebenlungenlied. Onnur kvæði eru yrkt úr íslendingasøgum, m.a. "Heimskringlu" og "Vølsungasøgu". Nøkur kvæði hava tilfar úr Føroyum, m.a. úr Føroyingasøgu. Høvundarnir til tey eldru kvæðini eru ókendir, men í teimum yngru kvæðunum eru yrkjararnir í flestum førum kendir. Jens Christian Djurhuus (17731853) og Jens Hendrik Djurhuus (17991892), faðir og sonur og bøndur við Sjógv í Kollafirði vóru sera evnaríkir kvæðayrkjarar. Í nýggari tíð hava Jóannes Patursson (18661946), Mikkjal á Ryggi (18791956) og Poul F. Joensen (1898-1970) yrkt kvæði.

Táttayrkingin, sum varð nýtt til teitis, og sum mangan var bersøgið og niðrandi skemt úr gerandishendingum, stóð í besta blóma um 1800. Kendasti táttayrkjari okkara var Nólsoyar Páll (17661809) og tátturin Fuglakvæðið, sum umrøður embætismisnýtsluna hjá donsku embætismonnunum í samtíð Páls, er enn í dag ímyndin av tí stríði, sum føroyingar í farnum tíðum stríddu við donsku yvirvøldina.

Slóðir úteftir

Kembali kehalaman sebelumnya