September er 9. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 4 mánaðum, sum hava 30 dagar.
Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum septem , ið merkir sjey . September var nevniliga sjeyndi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars.
Hendingar í september
1. september 1958 - Ísland útvíkkar fiskimark sítt, og byrjar harvið Toskastríðið ímóti Stóra Bretlandi .
1. september 1969 – Muammar Gaddafi kemur til valdið í Libya .
1. september 1972 – Amerikanski Bobby Fischer gerst heimsmeistari í talvi, tá hann vinnur á russiska Boris Spassky í serligum talvdysti í Reykjavík .
1. september 1984 - Sjónvarp Føroya verður alment tikið í brúk.
1. september 1985 - Vrakið av skipinum Titanic verður funnið á botninum á Atlantshavinum .
1. september 2015 - Løgtingsval í Føroyum.
2. september 1752 - Stóra Bretland byrjar at ganga eftir Gregorianska kalendaranum , næstan 200 ár aftaná restina av Vesturevropa .
2. september 1807 - Bretski flotin bumbar Keypmannahavn , í roynd at forða dønum at yvirgeva flota sín til Napoleon .
2. september 1811 – Háskúlin í Oslo verður settur á stovn sum Kongaligi Fredericks Háskúli.
3. september 1967 - "H-dagurin" í Svøríki . Ferðsla broytist yvir í koyring á høgru vegsíðu.
6. september 1968 - Svasiland verður sjálvstøðugt
6. september 1991 - Leningrad í Russlandi skiftir navn til Sankta Pætursborg .
11. september 1919 - Amerikanski flotin ger innrás í Honduras ,
11. september 2001 - Yvirgangsatsókn 9/11 : 2996 fólk lata lív tá yvirgangssamtakið Al-Qaeda tekur yvir fýra flogfør og brotlendir tey í báðar bygningar World Trade Center , Pentagon og tann síðsta á eini mark í Pennsylvania , USA .
17. september 1983 - Perlan í Vágsbotni verður tikin niður.
20. september 1519 - Portugisiski sjófarin Ferdinand Magellan byrjar sína fyrstu siglingarferðina um knøttin.
22. september 1761 - Georg III av Stórabretlandi og Charlotte av Mecklenburg-Strelitz verða krýnd kongur og drotning av Stórabretlandi og Írlandi .
22. september 1862 - Amerikanski forsetin Abraham Lincoln lýsir trælirnar í amerikansku suðurstatunum sum fræls menniskju frá 1. januar 1863 .
25. september 1237 - Í York verður millumlandasáttmáli undirskrivaður, ið staðfestir markið millum Ongland og Skotland
29. september 1789 - Tað var hendan dagin, at amerikanska kongressin hittist fyri fyrstu ferð.
29. september 1903 - Prussland verður fyrsta land í heiminum, ið krevur at øll ið eiga akfar, skulu bera koyrikort .
30. september 1966 - Íslenska sjónvarpið (RÚV) sendir fyri fyrstu ferð.
Wikimedia Commons logo