Eyknevni er Sjálvboðinsstaturin (enskt: The Volunteer State).
Søga
Tennessee bleiv lutstatur í USA í juni1796. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Tennessee.
New Deal-politikkur Roosevelts
Tann kendasta av øllum New Deal-fyriskipanunum hjá Franklin D. Roosevelt var tann, ið gongur undir heitinum "Tennessee Valley Authority". Tað var ein ætlan, ið hevði til endamáls at fáa tamarhald á tí stóru Tennesseeánni. Við hesum tiltøkunum var ætlanin at stuðla vinnulívinum í økinum fram við ánni, so tað kom allari tjóðini til gagns. Heldur enn at gera seg inn á náttúruna, skuldi arbeiðið hereftir samskipast við náttúruna fyri at varðveita náttúruríkidømið og skapa nýggjar gróðrarvánir. Tennesseedalurin var eitt tilafturskomið øki. Íbúgvarnir vóru fátækir og heilsuviðurskiftini út av lagi vánalig. Bøndurnir dugdu ikki at fáa jarðarbrúkið at geva nóg mikið av sær. Nógvastaðni vóru skógirnir høgdir niður, og avleiðingarnar av hesum vóru óbøtiligar, eitt nú aftan á áarføri, ella tá ið Tennesseeáin floymdi upp um áarbakkarnar, og tað hendi ikki so sjáldan. Trærøtur súgva vætuna úr jørðini og binda moldlagið. Men tá ið røturnar fúnaðu burtur, varð moldin skolað út í ánna og førd til havs. Á henda hátt var um helvtin av allari jørðini í Tennesseedalinum matað burtur.
Fyrsta stigið í New Deal-ætlanini var tí at byggja veldugar byrgingar og at fáa tamarhald á vatninum, so sleppast kundi undan vatnflóðum. Samstundis vórðu stór ravmagnsverk bygd, so at allur Tennesseedalurin fekk streym. Framleiðsla av kunsttøðum til landbúnaðin varð eisini sett í verk. Vánalig jørð varð plantað við skógi. Fiskastovnurin í Tennesseeánni var stimbraður á ymiskan hátt. Saman við hesum tiltøkum fór fram stórfingin útbygging av skúla- og heilsuverkinum í Tennesseedalinum. Eftir fáaum árum var dalurin vórðin eitt fyrimyndarligt øki við tíðarhóskandi landbúnaði, blómandi ídnaði og við fólki í góðum korum.
Har er landslagið eyðkent av stórum gørðum, sum hava stórar víddir til beitilendi. Summir av hesum gørðum, ið eisini verða nevndir ranches, hava tíggjutúsundtals neyt gangandi á beiti. Kjøtið verður flutt út til allan heim. Um leið 48 prosent av landjørðini í Tennessee eru velt.[1]
Búskapur
Í Tennessee eru bæði nógv og góð landbúnaðarjørð. Týdningarmesti útflutningurin er búnaðarvørur: bummull, tubbak, hveiti, mais, korn og kjøt. Onnur týðandi grøði er soyabønir og jarðnøtir. Bøndurnir dyrka eisini frukt og hava eisini skógarvinnu. Í øllum statinum eru ovurstórir garðar. Summar fyritøkur í landbúnaðinum í Tennessee eru sera stórar. Nógvastaðni eru stórar gróðrarlundir. Gróðrarlundirnar hava framvegis stóran týdning fyri búskapin. Nógv jarðarbrúk eru ómetaliga stór. Ein garður kann vera tríggjar ferðir so stórur sum allar Føroyar. Har hava tey ógvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa kjøt. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur fluttar út til nógv lond kring allan heim. Hesi støðini hava so statt ógvuliga stóran týdning fyri at útvega heiminum mat. Landbúnaðarjørð og skógir eru næstan 90 % av økinum í Tennessee. Í Tennessee eru fleiri enn 91.000 garðar. [1] Landbúnaðarframleiðslan í 2014 liggur um góðar $2,2 mrd. um árið.[1]
Næstan allastaðni í Tennessee gerast garðarnir størri og størri. Tað ber illa til hjá bóndagørðum, sum ein familja rekur, at klára seg fíggjarliga, og tí verða fleiri garðar lagdir saman í størri jarðarbrúk. Alsamt færri bøndur framleiða alsamt meira mat. Tað ber til, millum annað tí at betri tøkni til landbúnað verður ment, og tí at nógv verður gjørt við at kynbøta plantur og húsdýr. Nógv jarðarbrúk hava eisini lagt seg eftir einari ávísari grøði ella kanska tveimum. Harumframt nýta tey flestu nógv handilstøð og eitur móti loki og skaðadýrum. Alt hetta ger, at meira fæst burturúr.
Eitt annað týdningarmikið náttúrutilfeingi í Tennessee er teir stóru skógirnir. Skógarlendi fevna um umleið 52 % av landaøki í 2014.[2]
Størstu býir
Teir 10 størstu býirnir í Tennessee eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[3]