Tina Turner (fødd sum Anna Mae Bullock; 26. november1939 í Brownsville, Tennessee, deyð 24. mai2023 í Küsnacht nærhendis Zürich í Sveis), eisini kend sum 'the Queen of Rock 'n' Roll', var amerikonsk-sveisisk songkvinna, dansari, sangskrivari, sjónleikari og rithøvundur, ið hevur verið virkin í næstan sjey tíggjuáraskeið.[1][2][3]
Hon byrjaði sína yrkisleið í 1957.[1]
Í 1960 byrjaði hon at upptraðka sum Tina Turner, saman við tónleikaranum Ike Turner. Tey giftust í 1962 og gjørdust víðakend í 1960-árunum undir heitinum Ike & Tina Turner Revue. Í mai mánaði í 1966 kom staklagið
"River Deep – Mountain High" út. Á heysti í 1969 traðkaði hon upp saman við The Rolling Stones.
Sangurin 'Proud Mary' frá 1971, sum er upprunaliga skrivaður av bólkinum Creedence Clearwater Revival, gjørdist størsta hittið hjá duoini Ike & Tina Turner. Tey fingu eina Grammy-virðisløn fyri sangin. (Best R&B Performance by a Duo or Group.). Ein annar kendur sangur frá 1970-árini er 'Nutbush City Limits', sum gjørdist í 1973 í Evropa eitt stórt hitt hjá Ike og Tina Turner. Tey skiltust tó í 1976 og Tina vildi halda fram sum solosangari.
Í 1984 kom plátan 'Private Dancer' út, sum gjørdist størsta sukse í yrkisleið hennara sum sangari. Hon hevur selt meira enn 10 milliónir eintøk av plátuni um allan heimin.
Sangurin 'What's Love Got to Do with It' frá plátuni kom á fyrsta plássið á Hot 100-listanum hjá Billboard. Hetta var fyrsta og einasta ferð, at hon megnaði tað. Í 1985 fekk hon tilsamans tríggjar Grammy-virðislønir fyri sangin 'What's Love Got to Do with It' og fyri plátuna 'Private Dancer'.
Í 1986 fekk hon eisini eina stjørnu á HollywoodWalk of Fame.[4]
Síðan 1994 hevur hon búð í einum slotti nærhendis Zürich í Sveis, saman við unnusta hennara, týskaranum Erwin Bach. Hon fekk sveisiskan ríkisborgaraskap í 2013. Sama árið giftist hon umsíðir við Erwin. Tey møttust í 1986 og høvdu verið par í eini 27 ár.
Seinastu árini mátti hon tó stríðast móti kropsligum sjúkum av ymsum slagi. Hon andaðist í heimi sínum í Küsnacht í Sveis mikudagin 24. mai 2023, 83 ára gomul.