Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, boðari frá alment, at hon hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí hon er ónøgd við fleiri viðurskifti, og at hon kennir so illa sín flokk aftur. Eitt nú meinar hon ikki, at ein maður sum hevur snýtt í tolli, skal vera landsstýrismaður.
Gerhard Lognberg gerst limur í Sambandsflokkinum, eftir at hann hevur verið uttanflokka tingmaður í gott tríggjar mánaðar síðan Javnaðarflokkurin avgjørdi at koyra hann úr flokkinum. Harvið veksur Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingfólk, so nógv tingfólk hevur flokkurin ikki havt síðan 1932.
2018 - Føroysku Carlsen systranar luttaka í Melodi Grand Prix við sanginum "Standing up for Love".