17. juli
17. juli er dagur 198 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 199 um skotár er). 167 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
1762 - Jekaterina II (Katarina hin stóra) verður keisarinda í Russlandi eftir Pjotr III verður dripin.
1918 - Russiska Romanov familjan verður myrd av bolsjevikkum í Jekaterinburg , Russlandi . Tey avrættaðu eru: Fyrrverandi keisarin Nikolaj II , kona hansara Alexandra Feodorovna, og børn teirra, Olga, Tatiana, Maria, Anastasia , og Alexei.
1918 - RMS Carpathia , skipið ið bjargaði 705 yvirlivandi frá RMS Titanic , verður søkt uttanfyri Írland av týskum kavbáti. 5 fólk lata lív.
1945 - Seinni heimsbardagi : Teir tríggir høvuðsleiðaranir hjá "teimum sameindu", Winston Churchill , Harry S. Truman og Joseph Stalin , møtast í týska býnum Potsdam at avgera framtíðina hjá yvirvunna Týsklandi .
1948 - Suðurkoreanska grunnlógin verður kunngjørd.
1955 - Disneyland verður latið upp av Walt Disney í Anaheim , Kalifornia , USA
1975 - Eitt amerikanskt Apollorúmdarfar og eitt sovjetiskt Sojus binda seg saman í ringrás um jørðina . Hetta er fyrstu ferð rúmdarfør frá tveimum ymsum londum binda seg upp á henda hátt
1975 - Eysturtimor verður innlimað sum 27. landslutur í Indonesia
1979 - Forsetin í Nikaragua Anastasio Somoza Debayle sigur frá sær og flýggjar til Miami , Florida , USA
2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri , ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er ein Boeing 777 , brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi . Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.
Føðingar
1674 - Isaac Watts , enskt sálmaskald (d. 1748 )
1899 - James Cagney , írskur -amerikanskur sjónleikari (d. 1986 )
1901 - Bruno Jasieński , pólskur yrkjari (d. 1938 )
1912 - Art Linkletter , kanadiskur sjónvarpsvertur (d. 2010 )
1918 - Carlos Manuel Arana Osorio , forseti í Guatemala (d. 2003 )
1920 - Juan Antonio Samaranch , forseti í Altjóða Olymipsku Leikanevndini (d. 2010 )
1935 - Donald Sutherland , kanadiskur sjónleikari (d. 2024 )
1939 - Seyed Ali Khamenei , iranskur politikari.
1940 - Hans Jacob Debes , føroyskur søgufrøðingur (d. 2003 )
1947 - Camilla, hertuginda í Cornwall .
1947 - Dorthe Kollo , danskur sangari.
1952 - David Hasselhoff , amerikanskur sjónleikari og tónleikari.
1954 - Angela Merkel , Samveldiskanslari i Tysklandi.
1958 - Anne Dorthe Michelsen , danskur sangari (Tøsedrengene ).
1972 - Jaap Stam , niðurlendskur fótbóltsspælari.
1974 - Claudio López , uruguayskur fótbóltsspælari.
1976 - Anders Svensson , svenskur fotboltsleikari.
1978 - Line Daugaard , danskur hondbóltsspælari.
Andlát
Wikimedia Commons logo