Firense
| Firense, Toskana, Italia | |
|---|---|
| Skjøldur | Flagg |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Región: | |
| Vídd: | 102,32 km² |
| Íbúgvar (2018): | 380 948[1] |
| Tættleiki: | 3723,1/km² |
| Heimasíða: | www.comune.firenze.it |
Firense ella Florens (italskt: Firenze; danskt og norskt: Firenze, svenskt: Florens, enskt: Florence, týskt: Florenz og latínskt: Florentia) er ein býur í Italia. Hann er høvuðsbýur í stórbýarøkinum Firense (tað er fyrrverandi landsluturin Firense) og høvuðsstaður í regiónini Toskana.
Firense er sunnan fyri Alpurnar á einum slætta við fótin av fjallarøðini Apenninunum í Norðuritalia. Býurin hevði í 2018 umleið 380 túsund íbúgvar.
Arno-áin rennur ígjøgnum býin.
Søga
Býurin varð grundlagdur í antikkini. Gamli býurin er ein av heimsins vakrastu býum. Í honum eru, sum í øðrum italskum býum, nógvir gamlir og vakrir bygningar. Frá 1865 til 1870 var Firense høvuðsstaðurin í kongsríkinum Italia.
Myndir
-
Firense í 2009.
-
Miðbýurin
-
Dómkirkjan "Santa Maria del Fiore"
-
Dómkirkjan í Firenze sæð frá toppinum av klokkutorninum.
-
Klokkutornið hjá Giotto (Campanile di Giotto)
-
Savnið Palazzo Pitti
-
Medici-bókasavnið
-
Palazzo Medici Riccardi
-
Palazzo Vecchio í miðbýnum
-
Brúgvar yvir um ánna Arno.
-
Kenda brúgvin Ponte Vecchio.
-
Vakri urtagarðurin Giardino delle rose
Kend fólk
- Dante Alighieri, rithøvundur og skald (1265-1321)
- Giovanni Boccaccio, rithøvundur og yrkjari (1313-1375)
- Filippo Brunelleschi, víðagitin arkitektur (1377-1446)
- Leonardo da Vinci, víðagitin myndahøggari, listamálari, arkitektur, verkfrøðingur og uppfinnari (1452-1519)
- Giovanni Pico della Mirandola, heimspekingur og humanistur (1463-1494)
- Niccolò Machiavelli, rithøvundur, statsmaður og heimspekingur (1469-1527)
- Michelangelo Buonarroti, víðagitin myndahøggari, listamálari og arkitektur (1475-1564)
- Raffaello Santi, listamálari og arkitektur (1483.1520)
- Galileo Galilei, víðagitin heimspekingur, støddfrøðingur, verkfrøðingur, alisfrøðingur og stjørnufrøðingur.
- Amerigo Vespucci, sjófari og rannsóknarfari
- Oriana Fallaci, rithøvundur (1929-2006)
- Matteo Renzi, politikari (*1975)
Ávísingar úteftir
- Heimasíða: www.comune.firenze.it
- Florence, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 43°47′0″N 11°15′0″E / 43.78333°N 11.25000°E
Keldutilfar
- ↑ «Popolazione Residente al 1° Gennaio 2018». Istituto nazionale di statistica. Besøkt 16. mars 2019.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.


