Hanus Samró

Hanus Samró
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. mai 1988 í/á Tórshavn
Alma mater Fróðskaparsetur Føroya
Starv høvundur, politikari, vinnulívsfólk, skaldsøguhøvundur
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
VIAF 336145857881723020765
LCAuth n2016013006
Commons Hanus Samró

Hanus Samró (føddur 1. mai 1988 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Fólkaflokkurin), rithøvundur, stjóri í smápartafelagnum Ó og lesandi.

Lívsleið

Hann hevur International Baccalaureate Diploma frá International School of the Hague í Niðurlondum frá 2007. I 2008 fór hann í holt við at lesa altjóða handil og búskap við Erasmus Universiteit Rotterdam, men fullførdi ikki. Síðan 2010 hevur hann lisið stjórnmálafrøði við Fróðskaparsetur Føroya.[1] Hann var í starvi hjá Rainbow Seafood í Gloucester uttanfyri Boston í 2007, lærari í Tórshavn 2008–2009 og frilansjournalistur fyri føroyska ungdómstíðarritið og heimasíðuna MESS i 2009.[2]

Í 2010 gjørdist hann limur í ungmannafelagnum hjá Fólkflokkinum, HUXA, har hann tók við sum formaður sama ár.[3] Í 2011 varð hann valdur inn á Føroya Løgting 23-ára gamal, og hann er harvið tann triðyngsti fast innvaldi løgtingslimur nakrantíð. Eftir at hann varð valdur inn á ting, fór hann frá sum formaður í HUXA sama árið. Samró er limur í Løgtingsins vinnunevnd og Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Í 2011 gav hann út sína fyrstu bók, tá hann gav út skaldsøguna Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður.[4] Tvey ár seinni gav hann út eina skaldsøgu afturat, sum hevur heitið Hans Jensen, og í 2014 kom triðja skaldsøga hansara, Ein dagføring, ið er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook.[5]

Útgivið

  • 2011 - Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður
  • 2013 - Hans Jensen, skaldsøga, politisk spenningssøga[6]
  • 2014 - Ein dagføring, ungdómsskaldsøga

Familja

Hann er sonur Óla Samró, stjóra í FAREC International í Haag,[7] og Thurid Samró, tannrøktari í Dental Art Clinic í Dubai.

Keldur

  1. "in.fo, Yngsti tingmaður er rithøvundur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-11-07. https://web.archive.org/web/20171107030536/http://www.in.fo/news-detail/news/yngsti-tingmadur-er-rithoevundur/. Heintað 2013-11-29. 
  2. "Huxa.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-10-25. https://web.archive.org/web/20211025171853/http://www.huxa.fo/?page_id=5. Heintað 2013-11-15. 
  3. Kringvarp.fo
  4. "Hnj.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-24. https://web.archive.org/web/20150924030806/http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=..%2FLink%2Fviewbog2&id=2306. Heintað 2013-11-15. 
  5. Facebook-síða um skaldsøguna Ein dagføring.
  6. "planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-23. https://web.archive.org/web/20131123124427/http://planet.fo/grein/hans_jensen_kemur_i_dag. Heintað 2013-11-26. 
  7. "Farec.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2005-05-06. https://web.archive.org/web/20050506230313/http://www.farec.fo/doc/20031106101419.doc. Heintað 2013-11-15. 

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.