Islam


Islam (arábiskt الإسلام, al-ʾIslām) er ein Ábrahamsk trúgv, ið umleið 21 % heimsins íbúgvum fylgja. Tey, ið hoyra til Islam, eita muslimar. Miðdepilin í trúnni er tær fimm súlurnar: trúarjáttanin, bønin, fastan, olmussan og pílgrímsferðin. Heilaga skrift muslima er Koranin, ið er eitt savn við teimum opinberingum, sum Muhammed profetur fekk í árunum 610 til 632 í Mekka og Medina í Saudi-Arabia. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni Islam (umleið 90 %) og Shia Islam (uml. 10 %), aðrar smærri rørslur eru eisini til, t.d. sufisma og Ahmadiyya.
Islam er eitt arábiskt navnorð, ið er kemur frá semitisku 'hjáljóðs-rótini' s-l-m ið formar ein bólk av orðum ið sipa (serliga) til "fullkomleika", "tryggleika" og "frið", ("friður" eitur t.d. salam á arábiskum). Í átrúnaðarligum høpi verður islam umsett til at merkja "at leggja seg undir" ella "geva seg til". Islam er ein átrúnaður, ið byggir upp á Guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, eru muslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum frá Marokko til Pakistan. Eisini eru nógvir muslimar í Vesturafrika og Landsynningsásia. Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar.
Muslimar halda gudstænastu í einari mosku.
-
Arábiska orðið Allāh, ella Guð, skrivað við arabiskari kalligrafi.
-
Pakistanska flaggið - hálvmánin og stjørnan eru súmbol fyri islam.
-
Muslimskir menn í bøn inni í mosku.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
