Javni
Felagið
Javni er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi. Endamál felagsins er í einum og øllum at stuðla menningartarnaðum og teirra avvarðandi og fremja áhugamál teirra, so tey kunnu liva á sama støði sum onnur fólk í Føroyum.
Søga
Felagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn, á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina fimmmannanevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð.
Samstarv
Javni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í Megd (fyrr MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum). Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur.
Formenn og -kvinnur
- Helena Samuelsen (1971 - 1978)
- Diana í Puntabyrgi (1979)
- Hannefía Poulsen (1980 - 1982)
- Thomas Sæbúð (1983 - 1985)
- Diana í Puntabyrgi (1985 - 1986)
- Rókur Dalsgaard (1987 - 1988)
- Jens Jensen (1989 - 1992)
- Diana í Puntabyrgi (1993 - 1996)
- Kristina Mortensen (1997)
- Jóna Dahl (1998 - 1999)
- Diana í Puntabyrgi (2000 - 2002)
- Malena Arnholdsdóttir (2002 - 2005)
- Lis Eklund í Niðristovu (2005 - 2008)
- Óli Wolles (2008 - 2010)
- Sigrun Wardum (2010 - )
- Fía Petersen (
Uttanhýsis slóð
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.