Politikkur

Politikkur ella stjórnmál[1][2] (stytt stjm.[3]) er arbeiði ið miðar ímóti at beina ella ávirka gongdina í samfelagnum ella í altjóða høpi, stjórnmál (eftir ávísum sjónarmiðum ella hugmyndum).[4]
Í 1872 fingu Føroyar eina kommunuskipan, og menn skuldu verða valdir í sóknarstýrini. Í fyrstuni var hvørt prestagjald ein kommuna; seinni gjørdust kommunurnar fleiri. Tórshavn hevði tó fingið eina kommunuskipan longu í 1866, og í 1909 gjørdist høvuðsstaðurin keypstaður við keypstaðarrættindum. Við tjóðskaparrørsluni kom meiri ferð á føroyskan politikk. Úr aldaskiftinum vaks fram ein sjálvstýrisrørsla og ein mótstøða móti henni. Í 1906 fekk Føroya Løgting eitt tilboð úr donsku stjórnini um meiri sjálvstýri. Eftir tí skuldi Løgtingið fáa ábyrgdina av málum sum havnum, vegum, telefon, o.s.fr. Føroyar skuldu fáa eitt danskt árligt tilskot til hesar útreiðslur. Í Føroyum tók seg upp stór mótstøða móti hesum nýggja politikki, og henda mótstøða vann øll valini (fólkatingsval, løgtingsval og landtingsval) á sumri í 1906. Burtur úr hesum komu fram tveir politiskir flokkar: Sambandsflokkurin, ið legði dent á týdningin av føstum viðurskiftum við Danmark, og Sjálvstýrisflokkurin, ið var fyri størri føroyskum sjálvræði í politikki.[5]
Sí eisini
Keldur
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-07. https://web.archive.org/web/20160307191807/http://www.obg.fo/fob/fob.php?leitord=politikkur&button_leita=&action=1&pageno=0. Heintað 2014-11-11.
- ↑ Parker, Philip M. (ed.). Webster’s Faroese-English Thesaurus Dictionary. Page 308. San Diego, CA: ICON Group International. 2008. ISBN 0-497-83489-8.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-09-27. https://web.archive.org/web/20140927080935/http://www.obg.fo/fob/fob.php?action=14. Heintað 2014-11-11.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-07. https://web.archive.org/web/20160307191807/http://www.obg.fo/fob/fob.php?leitord=politikkur&button_leita=&action=1&pageno=0. Heintað 2014-11-11.
- ↑ http://www.denstoredanske.dk/index.php?title=Samfund%2C_jura_og_politik/Samfund/Forfatningsforhold_i_andre_lande/F%C3%A6r%C3%B8erne_(Det_politiske_system)
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
