VB
| Vágs Bóltfelag | |||
| Navn | Vágs Bóltfelag | ||
|---|---|---|---|
| Kelinavn | VB | ||
| Stovnað | 1905 | ||
| Leikvøllir | Vágshøll | ||
| Rúmd | 500 | ||
| Formaður | |||
| Høvuðsvenjari | |||
| Liga | Elektron Kappingin | ||
| 2012 | 3 | ||
|
| |||


VB, Vágs Bóltfelag varð stovnað í 5. juni 1905 í Vági. Felagið hevur verið bæði fótbóltsfelag og hondbóltsfelag. Eitt skifti í 1980'unum og 90'unum var eisini eitt flogbóltsfelag sum nýtti navnið VB. Badminton hevur eisini verið íðkað við navninum VB. Einasta ítróttargrein sum í dag brúkar navnið VB er hondbólturin. VB er sostatt eitt hondbóltsfelag í Suðuroynni. VB hevur havt eitt lið við í bestu deildini hjá kvinnum í mong ár.
VB kvinnur í Sunsetdeildini 2012/13
Plássini í talvuni niðanfyri eru bert vegleiðandi.
Fótbóltsfelagið eitur nú FC SuðuroyVB fótbóltur er ikki til longur. Felagið broytti navn nakrar ferðir í samband við samanlegging við Sumbiar Ítróttarfelag. Í 1995 nevndist felagsliðið Sumba/VB. Tað samstarvið vardi bert eitt ár, so fóru tey sundur aftur. Men 10 ár seinni løgdu VB og Sumbiar Ítróttarfelag aftur saman. Fótbóltsfelagið kom tá at eita VB/Sumba árini 2005-2009. Sumba var eitt fótbóltsfelag úr Sumba, sum varð stovnað í 1949. VB og Sumba hava sum nevnt lagt liðini saman til eitt felagslið sum nevndist VB/Sumba fram til 31. desember 2009. Frá 1. januar 2010 skiftið felagsliðið hjá VB/Sumba navn til FC Suðuroy. FC Suðuroy spældi í bestu deildini, Effodeildini, í 2010 og 2012, í 2013 og 2014 hevur felagið leikt í næstbestu deildini. Kvinnurnar hjá FC Suðuroy spæla heldur ikki í bestu deildini í løtuni (2014). VB Føroyameistari í fótbóltiVB hevur einaferð vunnið føroyameistarheitið í fótbólti, tað var í 2000. VB føroyameistari í hondbóltiKvinnuliðið hjá VB hondbólti hevur tríggjar ferðir verið føroyameistari:[1] Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine
VB steypavinnari í hondbóltiVB kvinnurnar hava tvær ferðir vunnið steypakappingina í hondbólti:[1]
Keldur
Ávísingar úteftir
|
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
